- Tíðindi, mentan og ítróttur
Politiið vil sleppa at avlurta fartelefonir
Næsta summar fær politiið í Føroyum betri møguleikar at kanna fólk, sum eru undir illgruna fyri lógarbrot. Landsstýrið vil hava rættargangslógina broytta eftir fleiri áheitanir frá fútanum.
Longu í 2001 heitti fútin á landsstýrið um at fáa dagført reglurnar í rættargangslógini viðvíkjandi avlurting. Men tað kravdi, at telefyritøkurnar útvegaðu neyðugu tøknina at lurta við. Semja fekst ikki um, hvør skuldi gjalda. Og so hendi ikki meira tá.
Í 2010 vendi fútin sær aftur til landsstýrið og vísti á vantandi møguleikan hjá politinum at avlurta fartelefonir í Føroyum. Í februar í ár sendi Vinnumálaráðið eitt lógaruppskot um broyting í fjarskiftislógini til hoyringar.
Telefyritøkur skulu hava útbúnaðin
Broytingin skuldi áleggja telefyritøkum skyldu til at útvega neyðuga útbúnaðin fyri at politiið kann lurta eftir fartelefonum. Í hoyringini kom fram, at politiið sambært rættargangslógini bara kann lurta eftir telefonsamrøðum. Uppskotið hjá Vinnumálaráðnum fevndi eisini um aðra samskiftistøkni.
Vinnumálaráðið avgjørdi tí at bíða við lógarbroytingini í fjarskiftislógini, til rættargangslógin er broytt.
Í apríl vendi fútin sær aftur til landsstýrið og gjørdi vart við, at nú var bráðneyðugt at fáa reglurnar í rættargangslógini dagførdar. Serstakliga, tá rúsevnamál verða kannað, hevur politiið brúk fyri at kunna lurta eftir fartelefonum, segði fútin.
Reglurnar frá 1985
Reglurnar, sum eru galdandi í Føroyum, eru tær, sum vóru galdandi í Danmark í 1985. Eisini verður rættargangslógin broytt soleiðis, at skuldsett ella ákærd ikki kunnu vera hjástødd, tá børn verða videoavhoyrd.
Ikki bara fútin, men eisini sorinskrivarin, advokatar og borgarar hava biðið landsstýrið síggja til, at rættargangslógin verður broytt.