Pínustillandi leivdir í frárensluvatni

Pínustillandi leivdir í frárensluvatni
Stór nøgd av reingerðarevnum var í fjøruni við reinsiverkið í Sersjantvíkini í Havn
 
24.09.2013 - 11:58

Umhvørvisstovan hevur kannað, hvussu nógv umhvørvisdálkandi evni úr heilivági og vørum til persónliga røkt, so sum smyrsli, kremi, vaksievni og sjampo eru í Føroyum, Íslandi og Grønlandi.

Í kanningini varð serligur dentur lagdur á øki, har roknast kundi við dálking, t.d. frárensluvatni frá húsarhaldum, vinnuvirkjum og sjúkrahúsum. Greiningar vórðu gjørdar av tilsamans 38 sløgum av heilivági og niðurbrótingarevnum frá heilivági, - eitt nú evnum, sum verða nýtt í vørum til persónliga røkt.

Í kanningini varð salicylsýra, sum stavar frá pínustillandi heilivági so sum Treo og Magnyl, funnin í næstan øllum kannaðu sýnunum, meðan annað slag av heilivági ikki vóru í nøkrum sýni.

Tey evni, sum umframt salisylsýruna oftast komu fyri, vóru evni, sum verða nýtt serliga í reingerðarevnum.

Sum heild varð nøgdin stór av reingingsevnum framvið fjøruni nærhendis reinsiverkinum í Sersjantvíkini í Havn. At lutfalsliga høgar nøgdir av hesum vaskievnum eru í vatni, sum fer á sjógv, kann hava samband við, at vatnreinsiskipanirnar ikki eru nóg góðar - ella at eingin vatnsreinsiskipan er.

Nærri kanningar, sum skulu staðfesta týdningin av hesum fyrstu kanningarúrslitunum, eru í umbúna. Umhvørvisstovan hevur staðið fyri kanningini, sum annars varð stýrd av einum bólki við umboðum frá umhvørvisstovnum og apoteksverkum í teimum trimum londunum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035