Tíð at seta endurskin á klæðini

Tíð at seta endurskin á klæðini
Nú dagarnir styttast og tað er grátt í veðrinum, er rættast at seta endurskin á klæðini, heldur Ráðið fyri Ferðslutrygd
7 ára gamli Hjørleif Simonsen gongur í 1. flokki í Kommunuskúlanum.
 
01.10.2013 - 11:25

Ráðið fyri Ferðslutrygd minnir nú fólk at klæða seg so tey síggjast í ferðsluni.

Nú styttast dagarnir og myrkari er bæði á morgni og á kvøldi

Fólk til gongu hava lyndi at halda, at síggja tey bilin, sær bilførarin eisini tey. Veruleikin er tó, at í skýming og myrkri er nærum ógjørligt hjá bilførarum at síggja teg, ert tú ikki í endurskini.

Tí er tað bílig lívstrygging altíð í minsta lagi at nýta eitt endurskin, tá tú ert til gongu í myrkri ella skýming. Tvey ella tíggju sekund Við at vera í endurskini minkar tú um vandan at verða ákoyrd/ur við umleið 85%.

Uttan endurskin ert tú nústani sjónlig/ur á 25-30 metra fjarstøðu, meðan tú við endurskini sæst í myrkri á 140 metra fjarstøðu, tá bilførarin brúkar nærljós.

Við fjarljósi sær bilførarin teg á 400 metra fjarstøðu.

Í tættbygdum øki hevur bilførari við nærljósum og 50 km/t ferð tvey sekund at varnast teg, um tú ikki ert í endurskini.

Við endurskini hevur bilførarin 10 sekund – sum í hesum høpi kann vera munurin millum lív og deyða, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035