- Tíðindi, mentan og ítróttur
EB/Streymur javnleik við tíggju monnum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/370f73e0b18f3710b99ed51ea3f414ed.png?itok=zYu7BrAE)

EB/Streymur fekk í kvøld eitt frálíkt úrslit í undanumfarinum til Champions League.

Nógv bendi tó á, at tað skuldi blíva liðið úr Andorra, sum fór avstað við sigrinum. Lusitanos kom á odda við brotssparkið frá Martinez, tá 24 minuttir vóru spældir. Fimm minuttir aftan á økti sami Martinez til 2-0, sum eisini var hálvleiksstøðan.

EB/Streymur gjørdi eina útskifting í hálvleikinum. Arnbjørn Hansen kom inn fyri Gunnar Zachariasen, og tað skuldi vísa seg at rigga. Men áðrenn nakað riggaði hjá EB/Streymi skuldu teir ígjøgnum meira mótvind.

Fyrst bleiv Gert Hansen útvístur, tá 62 minuttir vóru spældir. Løtu seinni fekk Lusitanos brotsspark, men hesum bjargaði Gango í EB/Streyms málinum.

Og so byrjaði eitt flott comeback. Fyrst minkaði Arnbjørn Hansen til 2-2, tá 67 minuttir vóru spældir, og bara tveir minuttir aftan á javnaði Levi Hansen við brotssparkið.

Við 2-2 javnleikinum hevur EB/Streymur eitt sera gott útgangsstøðið undan heimadystinum. Við tveimum máli á útivølli er tað nokk hjá EB/Streymi at spæla 0-0 ella 1-1. Tá tað er sagt, er eingin orsøk til at EB/Streymur ikki skal fara eftir sigrinum, tí sambært heimasíðuni hjá UEFA, spældu sundalagsmenn seg til fleiri málmøguleikar afturat við bara tíggju monnum.

EB/Streymur tekur ímóti Lusitanos á Tórsvølli 9.juli