- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógvur UEFA-peningur til føroysk feløg
EB/Streymur er føroyameistari og er tí við í undanumfarinum
til Champions League. Hetta er kappingin, sum gevur flest pengar. EB/Streymur
fær í fyrsta umfari 340 túsund evrur fyri at vera við. Tað eru 2,5 milliónir
krónur.

EB/Streymur fekk eitt gott lutakast, tí felagið skal møta
meistarunum úr Andorra. Tað er tí ikki óhugsandi, at EB/Streymur kann spæla seg
víðari. Gera teir tað, fær felagið 140 túsund evrur, sum er ein góð millión
krónur, afturat frá UEFA.

HB, ÍF og Víkingur fáa 100 túsund evrur fyri at verða við í
Evropa League. Spæla liðini seg víðari, fáa tey 100 túsund evrur afturat.

Tølini eru tikin eftir, hvussu UEFA býtti peningin í fjør.