- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gongd verður sett á golfvøllin

Tórshavnar kommuna sigur í tíðindabrævi, at skal golfvøllurin vera liðugur í góðari tíð, er neyðugt at fara í gongd nú av álvara.

"Arbeiðsbólkur hevur
saman við golfvøllaarkitekti fyrireikað og ment uppskot til ætlan fyri
golfvøll á Glyvursnesi. Harumframt er gjørt eitt verkætlanaruppskot til golfvøll við 18 holum v.m. við
kostnaðarmeting og tíðarætlan fyri íløguna, umframt
rakstrarmeting.

Frágreiðingin gevur eina innleiðslu í golf sum
ítrótt og frítíðarítriv, møguleikarnar á Glyvursnesi eins og tey atlit, sum
tikin eru í mun til samfelagsliga, fíggjarliga og umhvørvisliga
burðardygd.

Verkætlanin er tengd at ætlanini um oyggjaleikir í Føroyum í
2019, sum tíðarætlanin byggir á, men alt verkætlanaruppskotið røkkur longri
og breiðari enn tað og vísir m.a. á teir ágóðar, sum golfvøllurin kann hava fyri
ferðavinnuna."