- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin króna komin at rudda dynamittið

Enn er ikki greitt, hvussu Vága floghavn fær aftur tær 27 milliónir krónurnar, sum felagið hevur brúkt til at fáa beint burtur gamla dynamittið við flogvøllin. Tað arbeiðið er um at vera liðugt nú.

Í mai boðaði Johan Dahl, landsstýrismaður, frá, at hann hevði biðið danska ferðslumálaráðharran um at fáa loyvi frá fólkatinginum um at taka pengarnar úr Íleggingargrunninum - at niðurkapitalisera grunnin. Haðani eru pengarnir, 365 milliónir, tiknir til útbyggingina á flogvøllinum.

Eingir pengar

Nú fýra mánaðir seinni eru eingir pengar komnir. Johan Dahl sigur í dag, at ferðslumálaráðharrin hevur beint málið til danska vinnu- og búskaparmálaráðið, sum varðar av Íleggingargrunninum.

Tað er tí føroyska Fíggjarmálaráðið, sum hevur málið nú, sigur Johan Dahl. Atli S. Leo, aðalstjóri í Fíggjarmálaráðnum sigur, at har er málið ikki avgreitt. Tað er tó greitt, at pengarnir eru ikki komnir. Men fólkatingið kemur ikki saman aftur eftir summarið fyrr enn fyrst í oktober.

Ein annar møguleiki, sum er nevndur, er at stevna byggifelagnum E. Phil & Søn, sum útbygdi flogvøllin síðst í sjeytiárunum, eftir pengunum. Spreingievnið stavar frá tí arbeiðinum. Men tað ber neyvan til, tí fyrningarfreistin er langt síðani farin.

Hava lagt peningin út

Hin møguleikin er at stevna danska statinum fyri at lata føroyingar flogvøllin, uttan at heimastýrið visti nakað um fjalda spreingievnið. Flogvøllurin varð yvirtikin í 2008, so fyrningarfreistin er til næsta ár.

P/f Vága floghavn hevur lagt tær 27 milliónirnar út fyri at fáa gamla dynamittið burturbeint. Men felagið skal brúka pengarnar til farstøðina, sum skal byggjast fyri 102 milliónir.