- Tíðindi, mentan og ítróttur
Makrelur og WTO-limaskapur á skránni

Hósdagin 13. september fara løgmaður og danski uttanríkisráðharrin at hava sín árliga fund. Hesa ferð verður fundurin í Vestmanna.

Á skránni eru m.a. makrelósemjan og ynski um føroyskan limaskap í WTO. Løgmaður og uttanríkisráðharrin fara eisini at viðgera samskiftið millum donsku stjórnina og landsstýrið á uttanríkis- og trygdarpolitiska økinum, og hvussu Føroyar fáa betri møguleika at røkja egin áhugamál í millumtjóða felagsskapum.

Hósdagin skal uttanríkisráðharrin eisini á fund við Løgtingsins uttanlandsnevnd. Hetta er fyrstu ferð, at Villy Søvndal vitjar Føroyar sum danskur uttanríkisráðharri.