- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fær einki innlit í fullveldissamráðingar

Innlit verður ikki givið í innanhýsis skjølini frá fullveldissamráðingunum fyri 12 árum síðani. Tað sigur Helle Thorning-Schmidt, forsætisráðharri, í svari til Edmund Joensen, fólkatingsmann.

Forsætisráðharrin vísir í svarinum á, at talan er um innanhýsis metingar hjá táverandi stjórn.

- Tað skal vera gjørligt hjá einari stjórn "frítt, formleyst og uttan órógvan at umhugsa og skifta orð um sína luttøku í samráðingunum", heldur forsætisráðharrin.

Órímiligt

- Sjálvandi skal ein stjórn hava arbeiðsfrið. Fullveldissamráðingarnar endaðu tó fyri 12 árum síðani. Tað er órímiligt og nørir um myturnar, at stjórnin og landsstýrið bøla oman á skjølunum.

- Vit mugu staðfesta, at evstu myndugleikar í Føroyum og Danmark vísa vantandi opinleika og virðing í hesum álvarsmáli. Føroyingar hava eitt rímiligt krav at vita, hvat fór fram inni við samráðingarborðið, og hvørjar tankar partarnir gjørdu sær, áðrenn, undir og eftir samráðingarnar, sigur Edmund Joensen, fólkatingsmaður, sum reisti spurningin á fólkatingi.