- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breivik-fjeppari tikin í Tsjekkia

Maðurin hevði bæði spreingievni og skotvápn, og løgrfeglan sigur seg ikki vera í iva um, at hann ætlaði at fremja álop.

Maðurin er fyrr dømdur fyri eina bumbuatsókn, og hann hevði ætlanir um at klæða seg sum løgreglumann, tí løgreglan hevur funnið slík klæði í íbúðini hjá honum í býnum Ostrava.

Løreglan heldur eisini at maðurin er ein fjeppari hjá Anders Bering Breivik, tí hann hevur nýtt hansara navn í teldupostum, skrivar BBC.

- Tá vit rannsakaðu íbúðina, funnu vit telduútgerð, vápn, lóður og spreingievni, sigur kriminalovastin í býnum, Radovan Vojta. maðurin hevði eisini eina spreingiløðing liggjandi í íbúðini.

Løgreglan fekk boð um at okkurt óvanligt var á veg, og rannsakaði íbúðina hjá manninum 10. august, men ikki fyrr enn í dag, valdi løgreglan at almannakunngera hendingina.

Maðurin sum er 29 ára gamal, hevur einki viljað sagt um, hvørjar ætlanir hann hevði, sigur løgreglan.

Ein dómstólur fer í næstu viku at gera av, um maðurin skal fongslast, ella um hann skal leggjast inn á eitt sinnissjúkrahús.