- Tíðindi, mentan og ítróttur
BankNordik: Útlendsk keyp ávirka framvegis

Útreiðslurnar av at keypa tveir bankar í Danmark, Sparbank í 2010 og Amagerbank í fjør, ávirka framvegis roknskapin hjá BankNordik.

Útreiðslurnar í ár verða 60-70 mió. kr., og ikki sum áður væntað 30-50 mió. kr., stendur í tíðindaskrivi frá BankNordik. Millum annað kosta fráfaringarútreiðslur til starvsfólk í sambandi við bankakeypini 11 milliónir í ár.

Tann 30.juni vóru innlánini hjá BankNordik slakar 13,3 mia. kr. Útlánini vóru góðar 11,4 mia. kr. Eginognin var knappliga tvær milliardir krónur.