- Tíðindi, mentan og ítróttur
Danmark koyrdi CIA-njósnarar av landinum

Uttan at kunna donsku stjórnini samstarvaði CIA við fleiri privatpersónar í Danmark um at avlurta sendistovuna hjá Norður-Korea í Danmark. Tá myndugleikarnir fingu frænir av hesum, valdi stjórnin hjá Anker Jørgensen at reka nakrar CIA-njósnarar av landinum. Hetta veit Politiken at siga frá í dag.

Tað var eftir áheitan frá donsku fregnartænastan, PET, at njósnararnir blivu sendir av landinum. Tað er fyrrverandi PET-stjórin Ole Stig Andersen sum skrivar hetta í sínm endurminningum. Hann skrivar at amerikansku njósnararnir fingu somu viðferð sum KGB-njósnarar sum blivu avdúkaðir.

Talan var um tríggjar njósnarar sum fingu boð um at teir vóru óynsktir í Danmark. Málið bleiv hildið loyniligt fyri ikki at skaða samskiftið við USA, og ákærurnar móti teimum donsku ríkisborgarunum sum hjálptu amerikanarunum blivu tiknar aftur, fyri at sleppa undan at tær endaðu í rættarskipanini, skrivar Politiken.

Hans Jørgen Bonnichsen, fyrrverandi PET-stjóri, heldur at málið er serligt, og at hann heldur at danska stjórnin vísti mót, tá hon blakaði amerikanararnar av landinum. Hann heldur at tað er nakað at hugsa um, tá ein vinatjóð velur at arbeiða ólógliga á danskari jørð.

- Men sum man sigur í fregnartænastuni: Tað finnast eingir vinir, bara samstarvsfelagar, sigur Bonnichsen við Politiken Søndag.

Ole Wæver, professari í altjóða viðurskiftum á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, er ikki í iva um at amerikanararnir gera ting í Danmark sum teir ikki hava loyvi til.

- Og tað er ikki óhugsandi at teir verða avdúkaðir javnan, men at man tá bara finnur eina passandi loysn fyri at loysa málið, sigur han.