- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsliðið tvey stig upp

Føroyar hava tikið seg tvey pláss upp á styrkislistanum hjá FIFA, og eru nú nummar 153.

Tað er hent, hóast føroyska A-landsliðið ongan dyst hevur leikt síðani seinastu meting.

Spania eigur framvegis besta fótbóltslandsliðið í heiminum.

Merkisvert er, at Ongland nú er á triðja plássi. Tað er besta metingin hjá Onglandi nakrantíð, hóast enska landsliðið ikki stóð seg væl í EM-endaspælinum í summar, og heldur ikki hevur verið í einari hálvfinalu síðani 1996.

Føroyska fótbóltslandsliðið skal spæla fýra dystir í ár. Ein venjingardyst móti Íslandi og tríggjar HM-undankappingardystir móti ávikavist Týsklandi, Svøríki og Írlandi.