- Tíðindi, mentan og ítróttur
KÍ er einsamalt oddalið

TB 1 - 6 KÍ

KÍ
tryggjaði sær oddasessin í kappingini, tá ið teir vunnu sannførandi 6-1 ímóti
TB við Stórá í Trongisvági.Fyrsta málið lat bíða eftir sær til stutt fyri
hálvleik, tá ið Páll Klettsgarð setti hol á og legði gestirnar á odda 1-0.
Lítla løtu seinni javnaði Bárður Dimon fyri TB, sum altso fór til hálvleik við
góðum móti. Men í seinna hálvleiki skrædnaði hjá TB, og málini skolaðu inn. Við
jøvnum millumbili øktu klaksvíkingar um leiðsluna, sum endaði við einum 6-1
sigri. Heðin Klakstein, Henry Heinesen, Hjalgrím Elttør, Andy Olsen og Ivan
Joensen skutu tey fimm málini í seinna hálvleiki.

EB/Streymur
1 - 1 B36

Við
Margáir sá tað longi út til at verða B36, sum skuldi fara avstað við øllum.Atli
Danielsen legði, umvegis brotsspark, gestirnar á odda, tá ið 20 minuttir vóru
spældir. Leiðslan helt sær heilt til 5 minuttir fyri leiklok, tá ið Levi
Hanssen, eftir miðvíst trýst á B36, javnaði fyri EB/Streym. B36 hevði bóltin á
netinum einaferð eftir hetta, men tað málið varð kolldømt og soleiðis tryggjaði
EB/Streymur sær eitt týdningarmikið stig, fyri at hanga fastir í KÍ í oddinum.

HB
2 - 4 NSÍ

Í
Gundadali fóru gestirnir eisini avstað við øllum, tá ið NSÍ vann 4-2 á HB.
Hóast HB hevði bóltin meir, má sigast, at NSÍ fekk meira burturúr sínum
møguleikum, hóast teir kanska ikki vóru spælstýrandi.Klæmint Olsen umsetti eitt
brotsspark til mál og legði soleiðis NSÍ á odda, tá ið ein hálvur tími var
spældur. Síðani øktu Pól Jóhannus Justinussen og Árni Frederiksberg til
ávíkavist 2-0 og 3-0,
áðrenn Rókur av Fløtum Jespersen minkaði um munin fyri HB. NSÍ svaraði tó
skjótt aftur við máli frá Árna Frederiksberg og ímóti endanum pyntaði Vagnur Mohr Mortensen uppá úrslitið fyri HB, soleiðis at dysturin endaði 4-2 til NSÍ.

B68
2 - 0 FC Suðuroy

B68
var størsti favoritturin hetta umfarið, og teir gjørdu sína skyldu við at vinna
2-0 ímóti FC Suðuroy á Svangaskarði. Fyrra málið kom tíðliga í dystinum, tá ið
Bjarki Johannesen stútaði bóltin í málið. B68 var spælstýrandi allan dystin,
men bólturin vildi treyðugt tað seinasta innum FC Suðuroy-verjuna. ikki fyrrenn
stutt fyri leiklok bragdaði hjá toftamonnum, tá ið Kristian Anton Andreassen
setti bóltin í netið til endaliga úrslitið 2-0 til B68.

Fimti og seinasti dysturin hetta umfarið er ímillum Víking og ÍF, og verður spældur 1.august.

Dagførd
støða í EFFO deildini sæst til høgru á síðuni "ítrottur" og komandi umfar í
EFFO deildini er á skránni um Ólavsøkuna:

27.07

ÍF - FC Suðuroy

KÍ - Víkingur

EB/Streymur - B68

Ólavsøkuaftan
28.07: HB - TB

Ólavsøkudag
29.07: B36
- NSÍ