- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar somu veitingar sum danir

Í heyst fer danska stjórnin at leggja fram eitt lógaruppskot, sum skal tryggja, at føroyingar ikki longur verða roknaðir sum útlendingar, men fáa sosialar veitingar sama dag, sum teir flyta til Danmarkar.

Júst sum danir, ið flyta til Føroya, hava henda rætt.

Hetta lyftið hevur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, í dag fingið at vita frá Karen Hækkerup, sosialmálaráðharra.

Í desember 2010 kom ein lóg í gildi í Danmark, ið skuldi tryggja, at fólk, sum fingu ávísar sosialar veitingar, høvdu eitt veruligt tilknýti til Danmark. Millum tey, ið vórðu rakt av broytingini, og mistu rættin til hesar veitingar, vóru føroyingar, sum fluttu til Danmarkar.

Hetta hevur gjørt tað munandi tyngri hjá føroyskum familjum - ikki minst einligum mammum - at klára seg, tá tey eru farin til Danmarkar, eitt nú í lestrarørindum.

Væntandi eru hesi viðurskifti fingin í rættlag í hesum árinum.