- Tíðindi, mentan og ítróttur
ES góðtekur handilsforðingar móti Føroyum

Danski ES-formansskapurin hevur góðtikið heimildina at seta í verk handilsforðingar móti Føroyum.

ES-tingið og danski formansskapurin í ES eru samd um, hvussu berast skal at móti londum, sum - sambært ES ikki fiska burðardygt:

Tað sigur írski tingmaðurin, Pat the Cope Gallagher, við heimasíðuna FISH-update.com.

Orsøkin til, at ES fær sær heimild til at seta handilsforðingar móti londum, sum sambært ES ikki fiska burðardygt, er makrelfiskiskapurin hjá Føroyum og Íslandi.

Nú kann ES avmarka innflutningin av fiski og fiskavørum úr Føroyum og Íslandi. ES kann eisini forða fiskiskipum og farmaskipum úr Føroyum og Íslandi at koma í havn í ES-londum.

Ikki bara Føroyar og Ísland

Nýggju reglurnar hjá ES eru tó ikki bara ætlaðar at brúka móti Føroyum og Íslandi, men móti øllum londum, sum - sambært ES - ikki fiska burðardygt. Men eingin ivi er um, at føroysku og íslendsku makrelkvoturnar gjørdu, at ES nú fær hesar reglur. Reglurnar seta eisini forboð fyri at selja londum, sum sambært ES ikki fiska burðardygt, fiskiskip, reiðskap og tænastur, og at lata ES-skip fara undir eitt nú føroyskt ella íslendskt flagg.

Pat the Cope Gallagher fegnast um semjuna millum ES-tingið og danska ES-formansskapin, sum endar leygardagin. Hann sigur, at makreltrætan millum strandarlondini er orsøkin til, at ES nú fær eitt sterkt og effektivt amboð móti londum, sum fiska óskipað, bæði nú og í framtíðini.

Vónar at trætan verður loyst

- Eg vóni tó framvegis, at tiltøkini ikki verða brúkt móti Føroyum og Íslandi og heiti enn eina ferð á allar fýra partar í makrelstríðnum um alt fyri eitt at royna at loysa trætuna, sigur Pat the Cope Gallagher við FISH-update.com.

Fiskivinnunevndin hjá ES fer at samtykkja reglurnar um tvær vikur, og hálvan september fer ES-tingið endaliga at staðfesta tær, skrivar FISH-update.com. Strandarlondini, ES, Noreg, Ísland og Føroyar, hava ikki ásett nakran fund um makrelin.

Men fiskivinnuráðharrarnir í Norðuratlantshavi hava sín árliga fund í Reykjavík í næstu viku. Makrelósemjan er tó ikki á dagsskránni fyri tann fundin. Men vera norski ráðharrin og ES-kommisserurin í fiskivinnumálum á fundinum í Reykjavík, er møguligt, at fundur kortini verður um makrelin, segði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, við Útvarpið fyrst í juni.