- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bakkafrost høvuðsstuðul hjá A-landsliðnum

Føroyska A-landsliðið í fótbólti hevur fingið nýggjan høvuðsstuðul. Fyrrapartin var stuðulsavtala gjørd millum Fótbóltssamband Føroya og alifyritøkuna Bakkafrost á Glyvrum.

Avtalan er galdandi næstu tvey árini, boðar Fótbóltssambandið frá.

Føroyska A-landsliðið skal spæla fýra dystir í ár. Fyrst ein venjingardyst í Íslandi 15. august, og síðani verða tríggir dystir í undankappingini til HM í 2014.

7. september skulu Føroyar spæla móti Týsklandi í Hannover, og í oktober mánaði eru tveir heimadystir á skránni, sum verða spældir á nýggja graslíkinum á Tórsvølli. Fyrst móti Svøríki 12. oktober og síðani móti Írlandi fýra dagar seinni.