- Tíðindi, mentan og ítróttur
Íslendingar fáa nógvan ivasaman giktaheilivág

Vandamikli heilivágurin móti gikt og aðrari pínu, Diclofenac, verður nakað minni brúktur í Føroyum enn í Danmark.

Í Danmark fáa 150.000 fólk hendan heilivágin. Tað eru 2,7 prosent av fólkinum í landinum.

Í Føroyum hava, sambært Apoteksverkinum, 1070 fólk fingið Diclofenac higartil í ár. Og tað eru 2,2 prosent av fólkinum her. Gunnar Gislason, yvirlækni og seniorgranskari á sjúkrahúsinum í Gentofte, ávarar móti heiliváginum, tí hann elvir til hjartatrupulleikar og blóðtøppar, og fólk doyggja av honum.

Íslendingar fáa nógvan heilivág

Men í Íslandi eru læknarnir raskir at geva sjúklingum Diclofenac, skrivar Morgunblaðið. Har fáa 35.000 fólk ivasama heilivágin. 35.000 fólk eru næstan 11 prosent av fólkinum í Íslandi.

Í ongum øðrum Norðurlandi er Diclofenac so nógv brúkt sum í Íslandi, skrivar Morgunblaðið. Og nýtslan bara veksur, hóast læknar fullvæl vita, at heilivágurin hevur skaðilig hjáárin. Gunnar Gislason mælir til at forbjóða Diclofenac.

Evropeiski heilivágsstovnurin ætlar at viðgera Diclofenac á fundi í næsta mánað.

Evnið Diclofenac verður selt undir fleiri nøvnum, millum annað Diclodan, Diclon og Voltaren.