- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fýra dystir klokkan 15

Í Gøtu spælir Víkingur móti HB. Í Trongisvági TB móti B36, Í Runavík verður lokaluppgerð millum NSÍ og B68 og í Klaksvík tekur KÍ móti ÍF.

Í gjárkvøldið varð ein dystur spældur. Tað var á Jóansøku í Vági, har FC Suðuroy tapti 0-2 fyri EB/Streymi.. Harvið staðfesti EB/Streymur sítt fyrstapláss í deildini við 30 stigum. Næstir EB/Streymi liggja Víkingur við 25 og KÍ við 24 stigum.

Málini fyri EB/Streym í gjárkvøldið skutu Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen - eitt í hvørjum hálvleiki