- Tíðindi, mentan og ítróttur
EB/Streymur og KÍ fulla úrtøku

KÍ - ÍF 1-0

Í dagsins dysti vann KÍ 1-0 á heimavølli ímóti ÍF. Einasta málið í dystinum stóð Páll Klettsgarð fyri, tá ið ein góður hálvur tími var spældur. Samanumtikið var tað ein uppiborin sigur til klaksvíkingar, sum eisini høvdu fleiri málmøguleikar ígjøgnum allan dystin.

Víkingur - HB 2-2

Dysturin í Sarpugerði ímillum Víking og HB endaði við javnleiki, har bæði liðini fingu tvey mál í part. Fyrsta málið kom ikki fyrrenn tíðliga í seinna hálvleiki, tá ið Fróði Benjaminsen við brotssparki legði HB á odda. Stutta løtu seinni javnaði Kaj Leo í Bartalsstovu fyri Víking. Men tað var stutt ímillum málini hesa løtuna, og tá ið ein tími var spældur kom HB á odda aftur. Hesaferð var tað Andrew av Fløtum, sum var hægstur í Víkinga-brotsteignum og stútaði bóltin í málið til 2-1. Men aftur hesaferð vóru víkingar skjótir av svara aftur, tí at bert 5 minuttir seinni javnaði Hjartvard Hansen fyri Víking til 2-2. Liðini fingu eisini nakrar málmøguleikar afturat, eitt nú endaði bólturin í Víkingamálinum, men tað málið var kolldømt og dysturin endaði sostatt við javnleiki 2-2.

B36 - TB 2-2

Í Gundadali var sama støða í dystinum ímillum B36 og TB. Málini í Gundadali komu øll í fyrra hálvleiki, sum, líkasum restin av dystinum, var sera undirhaldandi. Súni Olsen legði B36 á odda, tá ið 20 min vóru farnir og tíggju minuttir seinni javnaði Dan Mortensen fyri TB. B36 svaraði tó skjótt aftur - bert 4 min seinni skoraði Símun Joensen til 2-1. Hendan støðan helt sær eisini bert í 8 minuttir, tí at beint fyri hálvleik fekk TB eitt brotsspark, sum Bojan Timic umsetti til mál. Fleiri mál komu ikki í dystinum, sum sostatt endaði 2-2.

NSÍ - B68 2-0

B68 vann trý týdningarmikil stig í dystinum við Løkin ímóti NSÍ. Toftamenn vunnu grannauppgerðina 2-0. Fyrsta málið kom eftir eitt gott korter, tá ið Jónleif Højgaard legði B68 á odda 1-0. Spenningurin í dystinum helt sær tó heilt til eitt lítið korter var eiftir av vanligu leiktíðini, tá ið Óli Olsen slóg sigurin fastan fyri B68, tá ið hann skjeyt málið til 2-0, sum eisni gjørdist endaliga úrslitið.

FC Suðuroy - EB/Steymur 0-2

Fimti dysturin hetta umfarið, var avgreiddur sum Jóansøkudystur í gjár, tá ið oddaliðið EB/Streymur vann 2-0 ímóti FC Suðuroy. Arnbjørn Hansen og Hans Pauli Samuelsen skutu málini fyri EB/Streym.

Komandi umfar í Effodeildini sær soleiðis út:

Víkingur - B36

NSÍ - EB/Streymur

ÍF - HB

FC Suðuroy - KÍ

B68 - TB