- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ímyndin av rotinskapinum í Grikkalandi

Dagurin í dag kann gerast avgerandi fyri framtíðina hjá Grikkalandi.

Funnist verður hvassliga at einum fyrrverandi ráðharra, sum verður hongdur út sum ímyndin av korrupsjón, tí hann nýtti 150.000 almennar krónur til gardinstengur. Talan er um 72 ára gamla sosialistin, Akis Tsohatzo-Poulos.

Hann keypti gardinstengurnar, samstundis sum vanliga fólkið í Grikkalandi hevði úr at gera, við at bjarga sær og sínum úr neyðini.

Líkasælan hjá ráðharranum verður nýtt sum ræðumynd um grikska búskapin.

72 ára gamli Akis, sum m.a. hevur verið verjumálaráðharri, er fongslaður, skuldsettur fyri at hava tikið ímóti mutri, og fyri at hava sloppið sær undan at gjalda skatt.

Skuldsetingarnar ímóti fyrrverandi ráðharranum í sosialistaflokkinum, Pasok, kunnu fáa stóra ávirkan á valúrslitið í dag.

Fleiri eygleiðarar vilja vera við, at veljararnir enn einaferð fara at revsa gomlu flokkarnar, konservativa Nýtt Demokrati og sosialistaflokkin, Pasok, sum sótu við landsins leiðslu, tá afturgongdin byrjaði.

Les meir um valið í Grikkalandi:

<a href="http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2012/06/17/dyrnar-eru-latnar-up... eru latnar upp fyri lagnuvalinum

<a href="http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2012/06/16/grikkar-toma-bankarn... tøma bankarnar

<a href="http://www.kringvarp.fo/Archive_Articles/2012/06/16/stodan-sera-otrygg-i... sera ótrygg í Grikkalandi