- Tíðindi, mentan og ítróttur
Støðan sera ótrygg í Grikkalandi

Tað eru ráðini hjá danska bankanum Spar Nord Bank.

Bankin sigur, at um bankaskipanin í Grikkalandi skuldi kollsiglt, kann tað henda, at elektronisku bankakortini ikki kunnu brúkast.

Og tí er skilabest at hava kontantar pengar við, tá fólk fara til Grikkalands at ferðast í summar.

Í morgin er tjóðartingsval í Grikkalandi, og hetta valið verður sera avgerandi fyri fíggjarligu framtíðina hjá landinum.

Summir av flokkunum, sum stilla upp, góðtaka nevniliga ikki treytirnar, sum ES og altjóða gjaldoyragrunnurin, IMF, seta fyri at veita Grikkalandi ein fíggjarligan bjargingarpakka. Men fær Grikkaland ikki bjargingarpakkan, kann landið fara á húsagang.