- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fríkendir í málinum um fangaflutning

Tað kann hvørki váttast ella avsannast, at amerikansk flogfør hava nýtt grønlendskt, føroyskt ella danskt loftrúm til fangaflutning. Danskir, føroyskir og grønlendskir myndugleikar hava einki vitað um ólógliga flúgving við CIA-flogførum, ella um tey hava millumlent við fangum.

Tað sigur Dansk Institut for Internationale Studier, DIIS, sum hevur skrivað frágreiðing um málið. Sostatt verður danska uttanríkisráðið fríkent í málinum um fangaflutningin í 2008. Komið er til somu niðurstøðu, sum ein onnur kanningarnevnd kom til, tá hon kannaði CIA-flúgvingina fyri nøkrum árum síðani.

DIIS vísir tó á, at stovnurin hevur havt avmarkaðar møguleikar at kanna málið. Eitt nú hevur ikki borið til at avhoyrt ráðharrar og embætisfólk.

Villy Søvndal, uttanríkisráðharri, er kortini væl nøgdur. Hann sigur, at DIIS hevur kannað málið gjølla.

Hittir Kuupik Kleist

Í morgin fer Villy Søvndal at hitta grønlendska landsstýrisformannin, Kuupik Kleist, á máli um kanningina. Hvørki Villy Søvndal ella Kuupik Kleist vilja gera viðmerkingar fyri fundin í morgin.

Frank Aaen úr Eindarlistanum, sum var millum teirra, ið vildu hava eina óhefta kanning, er ikki nøgdur við frágreiðingina frá DIIS.

- Hon byggir á eitt veikt grundarlag, tí bert skrivlig skjøl eru viðgjørd, og eingin er avhoyrdur. Vit vistu frammanundan, at skal hetta málið kannast út í æsir, er neyðugt at avhoyra fólk, sum hittu amerikanska sendiharran í Danmark um tað mundið, fangaflutningurin var, sigur Frank Aaen við tíðindastovuna hjá Berlingske.