- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hægri pensjónsaldur kann økja um arbeiðsloysið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/657986734073c898510502d1d7495423.png?itok=tkwySYk2)
Hinvegin ger skeiva aldurssamansetingin í samfelagnum, at samgongan hevur einki annað val enn at hækka pensjónsaldurin. Tað er metingin hjá Eyðfinni Finnson, búskaparfrøðingi á Hagstovu Føroya.

Samgongan hevur avgjørt at hækka pensjónsaldurin, sum í dag er 67 ár. Aldurin skal hækkast upp í minst 68 ár og kanska hendir hetta longu komandi ár. Eyðfinnur Finnson útilokar ikki at hækkingin av pensjónsaldrinum kann fáa avleiðingar fyri arbeiðsmarknaðin og arbeiðsloysið.

Trupulleikin er snøgt sagt, at tað verða ov fá fólk í arbeiðsførum aldri í mun til tey gomlu, sum gerast alsamt eldri. Trupulleikin, við skeivu aldurspyramyduni, er akuttur, heldur búskaparfrøðingurin, ið metir, at samgongan ikki hevur nakað annað val enn at hækka pensjónsaldurin.

Hækkar pensjónsaldurin, so noyðist ALS eisini at leingja útgjaldsskeiðið hjá teimum, sum røkka pensjónsaldurin, so tey kunnu verða í skipanini til tey 68 ár ella eldri. Og tað fer at geva eyka útreiðslur, er metingin hjá Eyðfinni Finsson.