- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sálmaupptøkur: Felagssangurin rungaði í Siloa

Fitt av fólki var í gjárkvøldið komið saman í samkomuhúsinum Siloa í Fuglafirði, at syngja sangir, ið samband við at Kringvarpið endurnýggjar sálmaupptøkurnar í savninum hjá stovninum.

Tað vóru brøðurnir Jógvan og Eyðun á Lakjuni sum leiddu sangin; Jógvan stjórnaði Siloakórinum og samkomuni, meðan Eyðun hevði klaverfylgispælið og á urguna spældi Martin Simonsen.

Kringvarpið skipaði fyri, saman við brøðrasamkomuni í Fuglafirði, og er hetta eitt lið, í verkætlanini at taka føroyskan sálmasang og andaligan felagssang upp, ymsa staðni í Føroyum.

Kringvarpið vil takka øllum sum hava stuðlað hesari verkætlan og ætlanin er at geva ein fløgu út í heyst, vit sangum hjá Brøðrasamkomuni.