Norðmenn selja gomul skip til Føroya

Norðmenn selja gomul skip til Føroya
Norski fiskiskipaflotin verður endurnýggjaður. 10 trolarar verða bygdir fyri hálva triðju milliard krónur

24.02.2012 - 14:58

Meðan norðmenn byggja sær nýggj fiskiskip, verða gomlu skipini seld til millum annað Føroya.

Aftenposten skrivar, at í løtuni eru okkurt um 20 fiskiskip í gerð til Norra. 10 teirra verða bygd í Norra. Hetta eru serliga stórir trolarar, og teir kosta tilsamans hálva triðju milliard krónur.

Aftenposten skrivar eisini, at gomlu norsku fiskiskipini verða seld til Føroya, Russlands og Íslands.

Í síðstu viku varð nýggi trolarin Prestfjord latin eigaranum. Prestfjord, sum er bygdur í Norra, kostar 250 mió. kr. Skipið hevur tríggjar kvotur, og skal fiska fyri góðar 90 milliónir um árið fyri at svara hvørjum sítt.

Aftenposten skrivar, at endurnýggingin í norska fiskiskipaflotanum, sum nú er í gongd, minnir um tað, sum hendi fyrst í fýrsunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. desember
Norðurljóð 2.desember 2024
184534
Mánadag 2. desember
Góðan morgun Føroyar
184498
Mánadag 2. desember
Morgunlestur mánadagur 2. desember 2024
183607
Sunnudag 1. desember
Møti í Betesda
184478
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. desember
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184551
Sunnudag 1. desember
Hvør býr her? (4:4) - teknmálstulkað
184482
Sunnudag 1. desember
3-2
184480