Pensjónsskattingin: Ávara ímóti at gera sum føroyingar

Pensjónsskattingin: Ávara ímóti at gera sum føroyingar
Ein danskur tryggingarstjóri sigur, at føroyski politikkurin á hesum øki er stuldur á alljósum degi frá einum heilum ættarliði

10.02.2012 - 08:46

Felagið hjá donskum tryggingum og pensjónsfeløgum ávarar donsku stjórnina móti at gera sum føroyska landsstýrið, tað er at fíggja skattalætta við skatti frá pensjónum.

Stjórin í Forsikring og Pension, Per Bremer Rasmussen, kallar føroyska politikkin stuldur á alljósum degi frá einum heilum ættarliði.

Tá føroyingar, sum nú eru ungir, eina ferð skulu hava sína eftirløn, eru eingir pengar til teirra. Tí foreldur teirra hava tikið pengarnar, skrivar tíðindabrævið hjá Forsikring og Pension, Fronter.

Per Bremer Andersen nevnir somu sjónarmið, sum eru brúkt í Føroyum móti politikkinum hjá landsstýrinum. Og hann ávarar donsku stjórnini móti at gera tað sama sum landsstýrið gjørdi fyri at kunna lata skattalætta.

Stjórin endar grein sína við einari áheitan á danska skattamálaráðharran:

Góði Thor Möger Pedersen, tað er ikki í Norðuratlantshavi, tú skalt leita tær eftir íblástri til skattareformin hjá tær.

Varastjórin í Forsikring og Pension, Carsten Andersen, skrivar eisini um føroyska skattapolitikkin.

Hann hevur tosað við Erik Lindenskov, blaðstjóra á Sosialinum, og Svein Tróndarson, blaðmann á Dimmalætting, sum greiða frá ivanum hjá nógvum føroyingum, nú pensjónin verður skattað við inngjalding fyri at fíggja skattalætta, sum tey hægstløntu fáa mest burturúr.

Torben M. Andersen, professari í búskapi á Lærda háskúlanum í Århus og fyrrverandi yvirvísmaður hjá donsku stjórnini, sigur við Fronter, at skattingin av inngjaldinum ger ikki føroyska samfelagið ríkari. Tí verður búskaparliga rásarúmið heldur ikki størri, hóast gjaldførið broytist munandi.

Verður skatturin av pensjónunum brúktur nú, vera pengarnir ikki tøkir hjá komandi ættarliðum, sigur Torben M. Andersen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095