- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey dripnu í Grønlandi vórðu sligin í høvdið

Grønlendska løgreglan hevur nú almannakunngjørt fleiri upplýsingar um sorgarleikin í lítlu grønlendsku bygdini Nutaarmiut í gjár.

Tey dripnu eru ein 75 ára gomul kvinna, ein 31 ára gomul kvinna og ein átta ára gomul genta. Sambært løgregluni eru tær í familju.

Fyrstu kanningar í málinum vísa, at tey deyðu eru sligin í høvdið. Løgreglan sigur seg hava funnið fleiri lutir, ið kunnu vera gerningsvápnið.

Umframt tey deyðu hava tveir menn, 81 og 32 ára gamlir, verið fyri drápsroynd. Hjá báðum stendur um lív, og verða teir seinni í dag fluttir á Ríkissjúkrahúsið í Keypmannahavn.

Løgreglan hevur handtikið ein 22 ára gamlan mann úr bygdini Nutaarmiut, sum fyrr í dag var í grundlógaravhoyring, skuldsettur fyri trý dráp og fýra drápsroyndir.

Løgreglan er av tí fatan, at tveir persónar, ein 24 ára gomul kvinna og eitt tvey ára gamalt barn, eisini vóru fyri drápsroynd. Tey bæði sluppu tó snikkaleys.

Enn dugir grønlendska løgreglan einki at siga um, hvat motivið hjá 22 ára gamla manninum var. Løgreglan hevur nú leitað sær hjálp frá kriminalteknikarum úr Danmark.

Krepputilbúgving er sett í verk í bygdini Nutaarmiut, har umleið 50 fólk búgva.