Minnast tey dripnu

Minnast tey dripnu
Grønland er skelkað av morðunum í lítlu bygdini Nutaarmiut í gjár

09.02.2012 - 11:00

Á middegi fara grønlendingar at minnast tey trý fólkini, sum vórðu dripin í lítlu bygdini Nutaarmiut í gjár, í tøgn.

Kuupik Kleist, landsstýrisformaður, og Josef Motzfeldt, landstingsformaður, hava heitt á fólkið um at minnast tey dripnu, og at vísa samkenslu við teimum avvarðandi og bygdarfólkinum.

Grønlendska samfelagið er skelkað av sorgarleikinum í Nutaarmiut í gjár, tá trý fólk vórðu dripin, og tvey vórðu illa særd. Tað stendur um lív hjá øðrum av teimum særdu.

Løgreglan hevur handtikið ein 20 ára gamlan mann, sum er undir illgruna fyri morðini í Nutaarmiut, umleið 100 kilometrar norðan fyri Upernavik, har umleið 50 fólk búgva.

Grønlendska kringvarpið sigur, at tey deyðu og annar av teimum særdu eru skyldfólk. Sambært KNR var ósemja í húskinum atvoldin til sorgarleikin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824