- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trý fólk dripin í Grønlandi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/80f43983debfd0cb2d3b681d6059d3f3.png?itok=LY00tBHp)
Trý fólk eru funnin dripin, og tvey eru særd í einum húsum har norðuri í Grønlandi, men tað er ógreitt, um tey deyðu eru skotin, upplýsir grønlendska løgreglan.

Fólkini eru funnin í bygdini Nutaarmiut nærindis Upernavik í Norðurgrønlandi.

- Vit fingu eina fráboðan um átta tíðina grønlendska tíð í morgun. Tann, sum boðaði frá, hevur upplýst, at hann fann trý deyð og tvey illa særd fólk í íbúðini, sigur Claus Lyngholm Risbjerg, sum starvast hjá grønlendska fútaembætinum, við danskar miðlar.

Ein tyrla við lækna og sjúkrarøktarfrøðini er á veg til Nutaarmiut.

Sambært grønlendsku hagstovuni búgva 46 fólk í bygdini.