Stjórnin hevur ikki víst vilja at samráðast um blokkin

Stjórnin hevur ikki víst vilja at samráðast um blokkin
Edmund Joensen fanst at donsku stjórnini, tá málið um at prístalsviðgera heildarveitingina var til viðgerðar í fólkatinginum í dag

07.02.2012 - 15:56

Edmund Joensen, fólkatingsmaður, fegnast um, at ríkisveitingin verður prístalsviðgjørd, men hann sigur seg hava ein varhuga av, at landsstýrið hevur ikki fingið veruligan møguleika at samráðast um støddina á heildarveitingini.

Edmund Joensen helt røðu í fólkatinginum, tá uppskotið um ríkisveitingina var til 2. viðgerð í dag.

- Eftir míni fatan hevur stjórnin sýnt vantandi vilja at eftirlíka ynskjunum frá landsstýrinum um at dagføra  blokkstuðulin. Og tað eru vit ikki von við, tá ið ræður um andan í ríkisfelagsskapinum og góðu siðvenjuni, segði Edmund Joensen.

Hann segði, at tað er gott, at "fastfrystingin" er løgd afturum, tí hon hevur útholað virðið á veitingini, og tað var meiningsleyst.

Edmund Joensen segði, at síðani skipanin við ríkisveiting kom í 1987, hava Føroyar yvirtikið fleiri málsøki. Men Føroyar og Danmark hava framvegis fleiri felagsmál, og tá er vanligt at býta útreiðslurnar rímiliga.

- Tað undrar meg, at stjórnin nú vil nakað annað. Sjálvandi veit eg, at tað var eitt fullveldislandsstýri, sum skarvaði av ríkisveitingini og læsti hana fasta. Men tað mistakið eigur tó ikki at raka eitt nýtt landsstýri, sum hevur ein nýggjan politikk, segði Edmund Joensen.

Hann vísti á, at ríkisveitingin verður tikin uppaftur í heyst.

- Sostatt er møguleiki fyri at fylgja siðvenjuni, har ið virðiligar og veruligar samráðingar eru millum stjórnina og landsstýrið, segði Edmund Joensen í røðu síni í fólkatinginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. november
Tíðarrák (5:5)
184198
Týsdag 26. november
Morgunlestur týsdagur 26.november 2024
184105
Mánadag 25. november
Norðurljóð 25.november 2024
184142
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. november
Føroysk fiktión (2:5)
184205
Týsdag 26. november
Veðrið
184201
Týsdag 26. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
184179
Týsdag 26. november
Andaktin
184172
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095