- Tíðindi, mentan og ítróttur
SEV sigur níggju fólkum úr starvi
Sparitiltøk í SEV hava við sær, at níggju fólk í dag hava fyri ætlanarskriv um uppsøgn.

Eykaaðalfundurin í SEV fyri jól samtykti, at el-felagið skal spara 10 milliónir krónur í rakstrinum í ár.

Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, sigur, at fyrst og fremst hevur verið kannað, hvussu sparast kann uttan at siga fólki úr starvi, men tað slepst tíverri ikki undan.

Broytingar verða á samskiftisdeildini, verkfrøðingadeildini, í debitorbókhaldinum, móttøkuni, innan reingerð, á kundamóttøkunum í Vestmanna og Klaksvík, og eisini á rakstrardeildini.

SEV hevur eisini gjørt av selja tríggjar bygningar - ein í Miðvági, ein við Streymin og ein í Vágum. Eisini eru ætlanir um at uppsiga leigumál í Vestmanna og og Klaksvík, og tað ber í sær, at kundamóttøkan á hesum plássum heldur uppat.

Ymiskar rakstraruppgávur verða útsettar, og á tann hátt ber til at spara fýra milliónir krónur í ár.

Samráðingar eru við ymiskar veitarar um nýggjar treytir, við tí endamáli at spara eina millión krónur.

Við hesum tiltøkum fer SEV at røkka málinum at skerja hallið í ár tilsamans 10 milliónir krónur, sigur Hákun Djurhuus, stjóri.