Í Barnaútvarpinum eru vit í jólahýri. Vit hoyra søgur, børn siga sína hugsan um jól, og vit hoyra góðan jólatónleik. Hvønn mánamorgun eru vit í verkstaðnum hjá Jensinu og Ljóðfílinum. Her er sera hugnaligt og tey duga eisini sera væl at klippa og at gera jólaprýði. Vit eru so heppin, at tey klippa okkum jólaprýði, hvønn mánamorgun, so vit øll kunnu lita og klippa heima, júst sum Jensina og Ljóðfílurin gera á verkstaðnum.
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jólaklokkan og Eitt barn er føtt
/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--vit_utvarp.tema.tpl.php
Jólaklokkan og Eitt barn er føtt
24-12-2024
Vit hoyra tvær søgur. Hin fyrra er søgan Jólaklokkan, Guðrun Gullbeiin týddi og Katrin Nolsøe lesur. Hin seinna er søgan - Eitt barn er føtt, sum Heri Jacobsen týddi. Jonna Fritsdóttir Mortensen lesur.
Jólavarpið