Í Barnaútvarpinum eru vit í jólahýri. Vit hoyra søgur, børn siga sína hugsan um jól, og vit hoyra góðan jólatónleik. Hvønn mánamorgun eru vit í verkstaðnum hjá Jensinu og Ljóðfílinum. Her er sera hugnaligt og tey duga eisini sera væl at klippa og at gera jólaprýði. Vit eru so heppin, at tey klippa okkum jólaprýði, hvønn mánamorgun, so vit øll kunnu lita og klippa heima, júst sum Jensina og Ljóðfílurin gera á verkstaðnum.
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Barna- og familjukonsertin við Føroya Symfoniorkestri
/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--vit_utvarp.tema.tpl.php
Barna- og familjukonsertin við Føroya Symfoniorkestri
23-12-2024
Vit senda nú barna- og familjukonsertina við Føroya Symfoniorkestri undir leiðslu av Bernhardi Wilkinson. Dan Eyðun Saxov er solistur. Í jólakórinum eru fleiri enn 60 børn og ung úr 3.-10 flokk. Fýra ymisk kór eru sett saman - Stella, Ungdómskórið í Tórshavnar Musikkskúla, Tónar úr musikkskúlanum í Vágum og Nes sóknar musikkskúlakór. Í alt eru fimm kórleiðarar, Edith Dahl Jakobsen, Asbjørn Berthelsen, Sigrið Sivertsen, Katrin á Borg Johannesen og Joanna Johansen. Eva á Rógvi er vertur, Høgni Fagraberg er tøkningur.
Jólavarpið