Julia og Oddur vilja hava ein hund. Tey gera alt møguligt fyri at fáa mammuna og pápan at trúgva, at tey klára at hava ábyrgd av einum djóri. Ja, tey enntá rudda kamarið! Men tá tað heldur ikki hjálpir, mugu tey gera okkurt annað.
Kanska ræna ein hund? Ella?
Ragnfrid Trohaug skrivaði og Hildigunn Niclasen týddi til føroyskt. Páll Danielsen lesur. Dánjal Tavsen ger ljóðmyndina. Bókadeild Føroya Lærarafelags og Nám góvu út í 2014.