Rudda botnin

Rudda botnin
16-05-2022
Rudda botnin

Vanliga síggja vit bara tað burturkastið, sum liggur á vegnum, men nøkur støð í náttúruni eru rekastøð, og har savnast fleiri hundrað kilo. Tað eru vøkur støð, har eingin býr, men har liggja plastfløskur, skógvar, togendar, plastposar, træpetti, íløt, bustir, flamingo og boyur. Og tað liggur bara har og dálkar, um ikki onkur ruddar.

Næmingar í Tvøroyrar skúla hava í nøkur ár ruddað í Trongisvágsbotni eina ferð um árið. Tí  Trongisvágsbotnur er eitt náttúruvakurt stað vestanfyri á Suðuroynni, og í 2017 lá so nógv burturkast har, at náttúran næstan ikki sást meir. So varð farið at rudda. Heili 17 tons av burturkasti vórðu ruddað. Skilabetri er at rudda eina ferð um árið. Hesa ferð varð ruddað upp í tveir stórar posar, sum tyrlan hivaði upp. Tað vigaði í alt umleið eitt hálvt tons.

Men ikki alt, sum rekur upp, er skaðiligt. Okkurt kann gott liggja. So sum stórir viðarbular, tí teimum kunnu millum annað fuglarnir fáa ágóðan av.