Karlsson fiskar á takinum

Karlsson fiskar á takinum
02-04-2020
Karlsson á takinum

Karlsson á takinum er ein vakur og sera klókur og passaliga tjúkkur maður í besta aldri, sum hann sjálvur tekur til. Hann býr í einum lítlum húsum beint við skorsteinin uppi á eini húsatekju. Karlsson dugir at flúgva, takkað verið eini propel á rygginum, og hann elskar at gera fortreð. Honum dámar sera væl at føra seg fram sum verðins besti í øllum, um enn tað er satt ella ikki. Og hann kann tykjast vera rættiliga stríggin. Lítliba eitur í veruleikanum Svante Svantesson. Men tí hann er yngstur, kalla tey hann Lítliba. Ein lítil einsamallur drongur, sum verður vinur við Karlsson.