At vera Vera

/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--vit_uv_sending.tema.tpl.php
At vera Vera 14. partur
05-03-2025
Útvarpsleikur í fjúrtan pørtum

Á sjúkrahúsinum møtir Vera Benadiktu, Benadikta hevur frí. Tá ið Benadikta greiðir henni frá, at tað ber væl til at hava vinir, sum tildømis eina plantu ein ninja og eina konu, sum arbeiðir í Leiðbeingini, hevur Vera næstan slettis ikki ilt í fingrinum meir, og fer at vitja ein annan vin, nevniliga skúlastjóran. Samstundis tosar Iris við stjóran í handlinum á Argjum um at selja grýlubommini, sum handilin liggur inni við, bíliga til pensionistar. Vera fer til skúlastjóran, sum stendur og vaskar bil, hóast hann ikki er skitin. Tað plagar at vera Vera, sum fer til skúlastjóran, tí hon hevur gjørt okkurt galið, men nú er tað skúlastjórin, sum hevur gjørt okkurt galið. Men tað er ok, Vera skal hjálpa henni. Hvussu man tað fara at enda, nú vit eru komin til seinasta part av útvarpsleikinum?

At vera Vera

At vera Vera er útvarpsleikur í fjúrtan pørtum. Hvønn gerandismorgun fara vit at hoyra um Veru, sum er høvuðspersónur í útvarpsleikinum. Vera gongur í miðdeild í skúlanum á Argjahamri og Vera hevur eitt frásøgufólk, sum hon kallar Frá. Vera hevur altíð ynskt sær eitt frásøgufólk, sum sigur, hvussu kul hon er.  Elin á Rógvi hevur skrivað útvarpsleikin og Høgni Fagraberg ger ljóðmyndina.