Sunnudagur

/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--vit_uv_sending.tema.tpl.php

Sunnudagur

Mamma og pápi Torstein skulu hava eitt lítið, ljósareytt pinkubarn.
Vánaligasti vinur Torstein, Villi, veit væl hví. Tað er tí, at mamma og pápi Torstein ikki halda hann vera so fittan longur, tí at tey ikki elska hann so nógv longur.
Men øll elska pinkubørn, tey sigast at lukta so væl. Torstein luktar seg sjálvan. Hann dugir væl at lukta, at hann ikki luktar so væl. Men mamma og pápi Torstein fara kanska at elska hann, um hann roynir at vera fittari? Ruddar kamarið sjálvur? Og ikki gremur seg um at skula í song?
Elin á Rógvi lesur og Dánjal Tavsen ger ljóðmyndina. Kim Fupz Aakeseon skrivaði og Malan Háberg týddi til føroyskt. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2012.