- Tíðindi, mentan og ítróttur
Innantanna Anna og túsundbeinið Súni
Innantanna Anna er ein friðarligur hundur, sum hevur loppur. Hon er granni hjá Túsundbeininum Súna, sum stríðist og strevast við at arbeiða og at halda skil á øllum beinunum.
Tá ið Innantanna Anna hevur fingið skerm um hálsin fyri at koma loppunum til lívs, fer hon brádliga at tosa, og tað dámar henni als ikki.
Hon og Túsundbeinið Súni fara út at leita eftir orsøkini til, hví hon er farin at tosa, og á ferðini hitta tey mangar løgnar skapningar Og tá kann alt henda. Oddfríður Marni Rasmussen skrivaði og hann lesur bókina. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2009.