- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vinus og Vimús
Vinus og Vimús tosa og siga heilsanina, og Vimús bjóðar vatn, men stuttligu gløsini at drekka úr siga stuttlig ljóð. Og tá fólk og tá mýs blása, so kemur ljóð frá. Og ljóð kann lættliga ferðast, eitt nú gjøgnum eina bikartelefon.
Tað er í lagi at royna fyrst, hóast tað ikki riggar, so ber til at læra seg.
Bókin, sum dettur úr bókahillini hesa ferð, er um Rósu Linu. Hon sigur nei, men so vil hon kortini. Og tað er gott.
Ljóð kann ferðast avstað á ymsan hátt. Og tá Vimús fer eftir hugskotinum hjá sær, fær Vinus eisini eitt hugskot. Hann klívur út gjøgnum vindeygað og hentar sær sóljur og gras. Og tá kemur Vinurin, og teir blása á grasstrá, tað sigur undarligt ljóð, og so klíva báðir inn gjøgnum vindeygað. Vinurin sleppur at finna sær ljóðføri, tí aftur hesa ferð hevur hann einki við sær. So tí lænir hann frá Vinusi.
Sangurin er heilt serligur. Tað er ein Vinasangur. Og tað kann væl vera, øll kenna hann, hóast hann er nýggjur.
Tá Vinus og Vimús skulu tekna, er tað um alt, ið er brúkt hesa ferð. Eisini eina látipípu, ið kann láta.
Og aftur eru smáteknifilmarnir at síggja.
Og so:
- siga Vinus og Vimús góðan morgun dag gott kvøld góða nátt – og farvæl!
...... tvær ferðir, tí bamsurnar gera nakað stuttligt, áðrenn Vinus og Vimús vita av.
At brúka til bikartelefon: Tvey pappbikør. Langt band.
At brúka til ljóðbollan: Bolli. Film at spenna útyvir. Skreytsukur ella rís.
