- Tíðindi, mentan og ítróttur
Angela og Hannibal
So er tað tann stóri spurningurin um alt fer at eydnast hjá Angelu og Hannibal ella man tað fara at eydnast hjá Ib Ullrik at blíva ríkasti norðoyingur nakrantíð. Í sendingini fáa vit svar uppá hesar stóru spurningar. Eitt er heilt vist, at tað verður ógvuliga spennandi og stuttligt at síggja, hvat tey øll finna uppá, og hvussu tað fer at eydnast teimum. Tað stendur nógv uppá spæl og er tað stórur vandi fyri, at 25 ára dagurin hjá Angelu og Hannibal ikki kann blíva til nakað, tí har er ikki nakar málningur at hátíðarhalda. Angela vitjar sjálvandi Elianu og síggja vit aftur áhugaverdu djórini hjá henni. Eisini vitjar Angela tveir ógvuliga fittar dreingir, sum duga so ómetaliga væl at rappa.