Kringvarpssavnið

Um KVFTænasta
Kringvarpssavnið
Kringvarp Føroya hevur skyldu at goyma eintak av allari eginframleiðslu, sum verður skrásett og varðveitt í kringvarpssavninum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.11.2021 - 14:56

Kringvarp Føroya hevur skyldu at goyma eintak av allari eginframleiðslu, sum verður skrásett og varðveitt í kringvarpssavninum. Hervið hevur KVF bygt upp eitt savn, ið er ein týðandi partur av mentanararvinum. Kringvarpssavnið kann taka ímóti og varðveita talgilt tilfar (savnindi) frá almennum og privatum stovnum eftir reglum, sum landsstýrismaðurin ásetir. Kringvarp Føroya skal halda savnið á einum tryggum og dagførdum stigi.

Kringvarpssavnið er býtt sundur í útvarps- og sjónvarpssavn. Í løtuni starvast eitt fólk í útvarpssavninum og eitt fólk í sjónvarpssavninum. 

Verkætlanin Savnsgull er serskild verkætlan, sum hevur til endamáls at talgilda pappírs- og bandasavn Kringvarpsins og at gera sum mest av tí, ið er framleitt í Kringvarpi Føroya, Útvarpi Føroya og Sjónvarpi Føroya gjøgnum árini, atkomuligt. Fyrilit skal tó havast fyri upphavsrættinum.

Hvat er endamálið við savninum, og hvussu gagnnýta vit tilfarið?

Endamálið við savninum er í høvuðsheitum at varðveita alt tilfar, sum er framleitt av stovninum. Eisini verður savnstilfar brúkt í dagliga, innanhýsis arbeiðinum í Kringvarpinum.

Starvsfólkini í savninum fáa javnan fyrispurningar frá privatfólki, undirvísingarstovnum og øðrum sjónvarps- og útvarpsstøðum um at keypa tilfar.


At keypa tilfar úr Kringvarpssavninum

Einstaklingar og fyritøkur kunnu keypa mynda- og ljóðfílur úr savninum hjá Kringvarpinum sambært ásettum prísum

Savnstilfar verður sambært avtalu sent umvegis teldupost (ella latið á dvd/cd fløgu). Goldið verður frammanundan fyri umbiðið tilfar. Prísurin fyri savnstilfar, sum Kringvarpið hevur heimild at selja, veldst um, hvat tað verður brúkt til. Prísirnir eru við MVG.

Ikki ber til at leggja sendingar frá Kringvarpinum út á egna heimasíðu ella aðrar miðlar, men møguligt er at leinkja til heimasíðu Kringvarpsins.

 

Til egna nýtslu:

Avrit av útvarps- og sjónvarpssendingum kosta 400 kr. umframt sendingarkostnað. Fylgjandi sendingar kosta 300 kr. hvør. Styttri ljóðbrot kosta 200 kr.

Kringvarpið hevur ikki heimild at avrita útlendskt tilfar til triðja part, til dømis teknirøðir við føroyskari talu. Tað sama er galdandi fyri føroyskar skald- og smásøgur, tónleika- og leiklistartilfar.

Víst verður til § 1. og § 2. í lóg um upphavsrætt.
Ikki er loyvt at endurselja ella nýta savnstilfarið til egnan vinning. Brot kann hava við sær revsing, endurgjaldsskyldu og rættarsókn.
Viðvíkjandi nýtslutreytum verður víst til § 12. í lóg um upphavsrætt. Tað merkir serliga, at upptøkurnar kunnu bert nýtast til ikki-vinnulig, privat endamál.

Sí annars: Løgtingslóg um upphavsrætt


Til handilsliga nýtslu og aðra almenna nýtslu:

Grundprísur á savnstilfari til egna framleiðslu er 3.000 kr. + 500 kr. fyri hvønn brúktan minutt.

Serligir prísir eru galdandi fyri savnstilfar til almenna framførslu t.d. á framsýningum, til goldið skeiðs-, undirvísingar- ella kunningarbrúk o.s.fr. Prísirnir kunnu vera ymiskir, alt eftir samanhanginum.
Fyrivarni verður tikið fyri eykakostnaði fyri gjald til rættindahavarar.

Savnstilfar til lýsingar hevur serliga avtalu og skulu keyparar venda sær til rættindahavarar fyrst, áðrenn Kringvarpssavnið kann avgreiða fyrispurningin. Ikki alt savnstilfar kann seljast til vinnuligt ella alment endamál.

Víst verður til § 1. og § 2. í lóg um upphavsrætt. Tað merkir serliga, at ein fortreyt fyri vinnuligari ella almennari nýtslu er, at tey, sum hava rættindi til tilfarið, skulu geva sítt samtykki.

Sí annars: Løgtingslóg um upphavsrætt


Archive material for foreign media production:
You are welcome to contact us should you need audio and videoclips for any kind of production from our Kringvarp Archives.

Standard price for archive material from Kringvarp Føroya is 3.000 DKK + 500 DKK per minute used.

Fyrispurningar

Nágreinaðar upplýsingar um tilfar hjá Kringvarpinum kunnu fáast í telefon:

+298 29 65 33 fyri sjónvarpssavn  Jóna Dalsgarð ella +298 296535 fyri útvarpssavn  Barbara Ólavsdóttir.

ella við telduposti: savn@kvf.fo

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. desember
Country jól við Magna Christiansen
89319
Týsdag 24. desember
Pipar og Salt
185537
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477

Um kvf css