
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kringvarpsgjald og fíggjartøl

Virksemið hjá Kringvarpi Føroya verður fíggjað við kringvarpsgjaldi, kunngerðarinntøkum, sponsorering og øðrum virksemi, sum er knýtt at uppgávum stovnsins. Harumframt fær KVF inntøkur frá Gekkinum.
Kringvarpsgjald, kunngerðar- og sponsorinntøkur
Inntøkurnar stava í høvuðsheitinum frá kringvarpsgjaldi. Galdandi kringvarpsgjald hjá persónum, virkjum og stovnum hevur verið óbroytt, síðan tað kom í gildi frá 1. januar 2016. Sostatt er gjaldið ikki prístalsjavnað, og hetta setir framleidnisvøksturin undir eitt støðugt vaksandi trýst. Broytingar seinnu árini í samlaðu inntøkunum frá kringvarpsgjaldi stava tískil bert frá broytingum í fólkatali og tali og vavi á virkjum og stovnum.
Útvarpskunngerðir eru alsamt fækkaðar í tali, so hvørt sum netmiðlar hava vunnið fram, og hendan gongdin tykist at halda fram.
Tað er loyvt Kringvarpi Føroya at hava sponsorinntøkur í ávísum førum. Talan skal vera um serstøk tiltøk, sum verða samskipað við aðrar aktørar, tað kann vera stór og avgerandi ítróttatiltøk, tónleika- ella onnur umfatandi mentanartiltøk.
Niðanfyri sært tú yvirlit yvir inntøkur og útreiðslur hjá Kringvarpinum seinastu trý árini:
Ársfrásagnir
Niðanfyri ber til at taka niður ársfrásagnir frá árunum 2014 til og 2022.
Í ársfrásøgnini kanst tú m.a. lesa um stovnin, leiðslufrágreiðing, roknskap og fíggjarstøðu við árslok á hvørjum ári.