Góður fjølmiðlasiður

Um KVFOkkara leiklutur
Góður fjølmiðlasiður
Hvat er góður fjølmiðlasiður, og hvørjum fakligum dygdum arbeiða vit eftir? Fá meiri at vita her
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.11.2021 - 14:30

Kringvarpið sæst og hoyrist av hvørjum húski í Føroyum, og allir føroyingar kunnu hoyra og síggja sendingar Kringvarpsins á alnótini.

Sum miðil byggir Kringvarpið alt sítt virki á meginreglurnar um góðan fjølmiðlasið. Í arbeiðinum leggja vit okkum eftir at hava stórt trúvirði, vera óheft, hava fjølbroytni og breidd og dygd.

Men vit kunnu eisini gera mistøk. Tí er umráðandi, at borgarin veit, at hann ella hon kann gera vart við seg, um viðkomandi metir seg líða órætt vegna brot á góðan fjølmiðlasið. 

Borgari, sum heldur seg líða órætt, kann venda sær til leiðsluna í Kringvarpinum. Eisini kann viðkomandi kæra Kringvarpið til Fjølmiðlanevndina vegna brot á góðan fjølmiðlasið.

Fjølmiðlanevndin

Eftir lógini um fjølmiðlaábyrgd, sum varð sett í gildi í 2006, setir landsstýrismaðurin eina fjølmiðlanevnd við fýra limum. Landsstýrismaðurin tilnevnir ein lim, sum skal vera løgfrøðingur. Føroya Blaðmannafelag – nú Føroysk Miðlafólk – velur ein lim. Miðlaleiðslurnar – redaksjónirnar – velja ein lim. Og eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum verður ein limur valdur sum umboð fyri almenningin. Eisini verða fýra tiltakslimir tilnevndir.

Tann fyrsta fjølmiðlanevndin – Barbara Vang, tilnevnd fyri landsstýrið, Halgir Winther Poulsen, umboðandi almenningin, Jóhann Mortensen, umboð fyri redaksjónirnar, og Ingolf I. Olsen, valdur fyri journalistarnar – orðaði “Leiðreglurnar um goðan fjølmiðlasið”, sum vóru staðfestar í 2008.

Politiskar og hugsjónarligar treytir 

Kringvarpið hevur sum gjaldsfíggjaður public service-stovnur ávísar skyldur í arbeiðnum at fremja sítt virksemi. Yvirskipað er virksemið skrásett í public service-sáttmála millum Kringvarpið og Mentamálaráðið. 
Harafturat eru lógin um kringvarp, fjølmiðlaábyrgdarlógin, revsilógin og reglur um fjølmiðlasið viðkomandi fyri virksemi Kringvarpsins. Kringvarpið skal halda seg innan karmarnar í hesum sáttmála, lóggávu og reglum.
Eisini skal Kringvarpið hava stórt trúvirði í síni miðling, vera óheft, hava fjølbroytni og breidd og dygd.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. desember
Jól á Quiztinum 2024
185509
Mánadag 23. desember
Morgunlestur mánadagur 23. desember 2024
185000
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 24. desember
Country jól við Magna Christiansen
89319
Mánadag 23. desember
Veðrið
185513
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431

Um kvf css