Myndlist í Føroyum

Myndlist í Føroyum (11:11)
07-07-2020
Føroysk røð frá 2002

Seinasta sendingin í røðini um myndlist í Føroyum snýr seg einamest um skulpturar. Tita Vinther, ið er ættað úr Finnlandi, hevur sett seg væl inn í ta ríku føroysku ullmentanina. Í 1985 vav hon sín stóra skulptur taraskógur, ið er settur saman av 8 lutum. Tann holla handverksliga vitanin gevur verkum hennara eina virðismikla heild, har tilfarið kemur til sín rætt. Tita nýtir føroyskt tógv og litar tað við plantulitum. Hans Pauli Olsen og Andrias Andreassen, báðir úr Havn, eru tveir av okkara fáu myndahøggarum. Hans Pauli Olsen er útbúgvin á tekniskúla á Glyptotekinum og síðani á kunstakademiinum í Keypmannahavn, har ein av lærarum hansara var gitni danski professarin Bjørn Nørgaard. Hans Pauli Olsen arbeiðir fyrst av øllum við leiri. Hann hevur roynt eitt nú bæði konseptlist og non-figurativan form. Hann vendir tó altíð aftur til tað figurativa. Hans Pauli Olsen hevur valt at búseta seg í Keypmannahavn, har hann arbeiðir sum listamaður burturav. Hann hevur fingið fleiri stórar bíleggingar bæði í Føroyum og Danmark. Andrias Andreassen er útbúgvin á kunstakademiinum í Århus. Hansara andlitsmyndir og bringumyndir bera dám av einum klassiskum uppruna. Nøkur av hansara kendastu verkum standa í Havn. Hetta er seinasta sending í hesi røðini um myndlist í Føroyum. Markið er sett við 1957, og myndahøggarnir Hans Pauli Olsen og Andrias Andreassen, ið vórðu føddir hetta árið, eru altso teir yngstu listamenninir, sum eru við í sjónvarps-sendirøðini. Sjálvsagt eru nógv nýggj og nýskapandi listafólk komin í eitt nú sjeyti-, áttati- og nítiárunum, men skuldu øll hesi fingið eina viðgerð, so var talan um eina sendirøð afturat. Lagt til rættis: Bárður Jákupsson.

Myndlist í Føroyum

Myndlistin list tók seg upp seint í 19. øld í sambandi við, at føroyingar fóru at geva náttúru síni gætur. Ein vaksandi tjóðskaparkensla bar í sær, at landslagið gjørdist listarligt myndevni, fyrst í skaldskapi - føðilandssongum, sum í dag eru fólkaogn - og síðani í myndlist. Eftir eitt tríati ára skeið við slóðbrótandi amatørvirksemi komu tey fyrstu professionellu listafólkini fram miðskeiðis í tríatiárunum. Eftir kríggið trinu fram mong nýggj gávurík listafólk, og hesi seinastu 50 árini kunnu vit stafesta, at myndlistin er vorðin ein týðandi listagrein í Føroyum. Talan er um dokumentarsending í 11 pørtum. Skrivað og lagt til rættis fyri SvF: Bárður Jákupsson. Programmleiðsla: Ivan Niclasen.

Føroysk røð frá 2002
07-07-2020
Føroysk røð frá 2002
30-06-2020
Føroysk røð frá 2002
23-06-2020
Føroysk røð frá 2002
16-06-2020
Føroysk røð frá 2002
09-06-2020
Føroysk røð frá 2002
02-06-2020
Føroysk røð frá 2002
26-05-2020
- føroysk røð frá 2002
22-05-2020
Føroysk sendirøð frá 2001
12-05-2020
Føroysk sendirøð frá 2002
28-04-2020
Føroysk røð frá 2002
21-04-2020