- Tíðindi, mentan og ítróttur
Játtanarsøgur leikstjórans
Ein eldri leikstjóri kemur aftur til heimbýin at seta upp leikin "Meðan vit bíða eftir Godot" eftir Samuel Beckett.
Í steðgunum millum venjingarnar saman við leikarunum á tjóðpallinum í Havn, lítur Eyðun Johannessen aftur á lívið sum leikstjóri.
Vit hoyra um avbjóðingarnar og um trongdina til at vera einsamallur, og vit fáa eina mynd av fjakkandi lívinum sum leikstjóri í Norðurlondum.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/screenshot_2023-09-04_152008.jpg?itok=f_0tQHCj)
Játtanarsøgur leikstjórans
Eitt portrett av Eyðuni Johannessen. "Játtanarsøgur leikstjórans" er ein erlig mynd av einum persóni, sum brennur treytaleyst fyri listini. Vit síggja upptøkur frá seinast í seksti-árunum, frá 1997 - sum ongantíð hava verið vístar áður.
Sending frá 2011. Lagt til rættis Ivan Hentze Niclasen og Hans Petur Hansen