- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heim, kæra heim
Í Klaksvík vitja vit Fríðin Ziskason og Duritu á Heygum, sum búgva í arkitektteknaðum húsi í Víkunum. Ein skottryggjaður rútur, ljóðdoyvandi hurð og gullvesi er nakað av tí, sum vit finna í húsinum. Eisini síggja vit Maradona og Bon Jovi í áhugaverda heiminum.
Eisini vitja vit í spildurnýggjum frítíðarhúsi, sum liggur við Gróthúsvatn á Sandi. Tá Eydna Justinussen og maðurin leitaðu eftir frítíðarhúsi, høvdu tey tvey krøv. Staðsetingin skuldi vera avsíðis, og húsið skuldi rúma nógvum fólkum. Tá stóra grundøkið við Gróthúsvatn var til sølu í 2023, vóru tey als ikki í iva. Her hava tey bygt eini modernaði frítíðarhús við alskins hentleikum, sum familja og vinfólk kunu njóta.
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/dok01387_heim_kaera_heim_03_0003.jpg?itok=WPdF8tHs)
Heim, kæra heim
Í "Heim, kæra heim" eru vit kring landið og vitja inni í húsum, sum á ymiskan hátt eru áhugaverd. Húseigararnir greiða frá eitt nú húsinum, innbúgvi, litum, og hví heimið bleiv júst soleiðis.