- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heðin Brú
Rithøvundurin Heðin Brú mundi eiga innivist í stovuni í mongum føroyskum heimi í sínari tíð. Í nógvum húsum sóust allar hansara bøkur standandi á hillunum. Skaldsøgur og stuttsøgusøvn í einari røð. Føroyingar lósu Heðin Brú. Hann skrivaði søgur, sum fólk kendu seg aftur í og tóku til sín. Av føroyskum prosahøvundum, var hann kanska tann, sum føroyingar í drúgt áramál vóru bestir við. "Feðgar á ferð", ið fleiri ferðir var lisin sum framhaldssøga í útvarpinum, hevur vunnið støðu sum klassikari í føroyskum bókmentum. Bøkur hansara vóru eisini týddar til fleiri fremmandamál og lisnar víða hvar. Hann verður framvegis mettur sum eitt av mætastu prosaskaldum, ið skrivað hevur á føroyskum. Heðin Brú var listamannaheiti, ið Hans Jákup Jacobsen (1901-1987) fekk sær. Hann var føddur og vaks upp í Skálavík fyrst í farnu øld. Eftir nøkur ár til skips, og ein vetur á háskúla í Havn, helt hann seg hava ráð at fara burtur at lesa. Í 1928 tók hann prógv sum búnaðarfrøðingur í Danmark. Heimkomin fór hann at arbeiða innan føroyska landbúnaðin, í 1942 tók hann við sum landbúnaðarráðgevi. Tað gjørdist hansara lívsstarv, skrivingina fekst hann við í fríløtum. Undirheitið á fyrra partinum, "Loystur úr fjøtrum", sipar til strev høvundans at frígera seg frá øllum teimum, ið leggja honum meinbogar í vegin at halga seg til skaldskapin. Heimbygdin kennist honum ov trong, hann vil út um bøgarðarnar at royna flogið. Ikki fyrr enn hann er staddur í Danmark tekur hann dik á seg og fer av álvara undir at skriva. Men søgurnar, ið bilgjast innan í honum, spretta úr heimbygdini. Tað er føroyska fólkið og bygdalívið í Føroyum, sum Heðin Brú fyrst og fremst skrivar um. Tað eru Suni Merkistein og Hans Petur Hansen, sum leggja til rættis nýggju dokumentarrøðina í tvinnanda pørtum um Heðin Brú.

Heðin Brú
Dokumentarrøð um Heðin Brú í tvinnanda pørtum. Við undantaki av stuttfilminum "Tríggir varðar", sum felagið Tór-film í 1977 gjørdi um William Heinesen, Heðin Brú og Christian Matras, eru hetta fyrstu føroysku heimildarsendingar um kenda og fólkakæra føroyska rithøvundin.
Suni Merkistein og Hans Petur Hansen leggja til rættis.