- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønlandsútróður
"Hjálond og harrar" er 5. og seinasta sending um føroyska virksemið í Grønlandi. Føroyingar og Grønlendingar hava í 1000 ár hoyrt undir somu yvirvøld so ella so. Í hesi øldini sótu londini eftir sum einastu hjálond hjá Danmark. Kortini hevur lítið samband verið millum fólkini bæði til føroyingar numu land í Grønlandi. Høgni Hoydal og Bjarnheðin í Hoyvík hava gjørt sendingina. Samrøður: Lars Emil Johansen, landsstýrisformaður. Martin Ejdesgaard. Jens Eli Ellefsen. Julius Jacobsen, fyrrv. kommunustýrislimur. Kristiane Jacobsen, kivfakkur í Borgshavn 1968-70. William Jacobsen, fiskimaður, sonur Kristianu. Julius Jacobsen. Kaj Hjalgrímsson, skipari, búsettur í Nuuk. Svend Thulesen, stjóri á Nordafar 1960-65.

Grønlandsútróður
Fyrsta sending um føroyskt virksemi í Grønlandi, sum var framleidd í 1997. Fram við skergarðinum í vesturgrønlendsku oyðimørkini liggja enn toftir av føroyskum útróðrarplássum - líka úr Kappanum norður til Føroyingahavnina. Har var í hesi øldini eitt kókandi virksemi í summarhálvuni, sum bjargaði tí føroyska búskapinum. Plássini eru í dag minnisvarðar um eina farna tíð.
Samrøður eru við millum aðrar Martin Ejdesgaard, Tvøroyri. Malmberg Simonsen, Sørvágur. Karl Jespersen, Tvøroyri. Sommer Winther, Skopun. Hentzar Grástein, Haldarsvík. Ísak B. Jacobsen, Sørvágur. Jens Eli Ellefsen, Miðvágur og Tórstein Christiansen, Skálavík.
Høgni Hoydal og Bjarnheðin i Hoyvík leggja til rættis.